Brelldropar (SMWS Casual Day) with Thomas Korsgaard, SMWS Brand Ambassador
Brelldropar (SMWS Casual Day) with Thomas Korsgaard, SMWS Brand Ambassador
(English below)
Fríggjadagin 22. og leygardagin 23. november verður Faer Isles karmur um tvey SMWS (Scotch Malt Whisky Society) tiltøk. Vit eru ein av fáu offisiellu SMWS partnarabarrunum í heiminum og ætla hetta vikuskiftið at varpa ljós á hvat SMWS er, samstundis sum høvuðsfokus er á gott whisky og hugna.
Brelldropar
Hendan leygardag seinnapart fara vit fyri fyrstu ferð í Føroyum at royna tað, sum aðrastaðni verður rópt ein “Casual Day” – vit nevna tað “Brelldropar”. Endamálið er, at fólk kunnu fáa smakkiroyndir av nógvum sløgum av whisky til serstakan prís í mun til, hvat tað annars kostar.
Tilmelding kostar 300 kr. Við í prísinum eru 1 Faer Isles whisky-glas, ein vælkomstdrammur og 2 polettir. Tá tú hevur goldið fyri luttøku, so kanst tú royna ymiskar whiskies til serprísir (flestu drammar kosta eina polett, og man kann keypa 2 fyri 100 kr). Tankin er, at man so kann njóta ein dag saman við øðrum whiskyáhugaðum fyri ein góðan prís. Øll whisky frá SMWS í barrini hjá Faer Isles verða hendan dagin at fáa til serprís, umframt nýggjar fløskur, ið Thomas Korsgaard, Brand Ambassador frá SMWS, hevur við sær til tiltakið.
Til ber eini at tekna seg sum lim í SMWS – ein limaskapur, ið kann brúkast um allan heim til at fáa fatur á og royna heilt serstøk single cask whisky.
This Saturday afternoon we invite everybody to join us for our first “Casual Day”, where you for the entry fee of 300 DKK will get a Faer Isles whisky glas and 2 coupons for whisky. You can then try a wide range of SMWS whisky for a special price.