Leiðslan í Faer Isles Distillery manglar ein “Executive Assistant”
Ein, sum kann hjálpa okkum á mongum økjum, herundir skrivstovuarbeiði, umsiting, kundatænastu og at gera rapportir, framløgur og upplegg.
Faer Isles Distillery er ein føroysk altjóða útflutningsfyritøka í vøkstri við stórum ætlanum fyri framman. Vit framleiða fleiri sløg av serføroyskum spiritus og hava nógv fólk á gátt til rundvísingar og smakkingar.
Tú ert íðin, røkin og nærløgd/ur og átekur tær lættliga nýggjar avbjóðingar. Tær dámar væl at arbeiða við fólki og ert opin og kundavinarlig/ur.
Førleikakrøv
· Royndir við skrivstovuarbeiði, umsiting og/ella akademiskum arbeiði
· Stinn í føroyskum og enskum í skrift og talu
· Góðar telduførleikar
· Dugir væl at samskipa og hava nógvar uppgávur í senn
· Góð samskiftis- og samstarvsevni
Arbeiðsstaðurin er Vestmanna við møguleika við heimaarbeiðsdøgum. Talan er um fulltíðarstarv at byrja sum skjótast. Løn sambært førleikum.
Umsóknarfreistin er 25-12-2023. Send umsókn við CV til info@faer.fo
Hevur tú spurningar, kanst tú venda sær til Dánial Hoydal, stjóra, á 214 212